X Factor (Danmark)

Føroyska Linda Andrews vann donsku X Factor kappingina í 2009.
Føroyski Sveinur Gaard Olsen gjørdist nummar trý í X Factor 2012 í Danmark.
Eftir X Factor sendingarnar og kappingin er liðug, ferðast finalistarnir ofta runt um í Danmark, har teir framføra og skriva autografar. Henda myndin er úr Legolandi í Billund í mai 2012. Á myndini síggjast: Sveinur, Line, Basim (frá 2008), Ida og Morten Benjamin.

X Factor er ein sjónvarpssending, har fólk sleppa at vísa, hvussu væl tey duga at syngja. X Factor verður framleitt í fleiri ymiskum londum, og varð upprunaliga framleidd í Stóra Bretlandi. Tað var sjónvarps og tónleika framleiðarin og tónleika dómarin Simon Cowell, ið fann uppá X Factor sendingina. Í Danmark hevur sendingin verði framleidd síðan 2008. Fyrsta sendingin varð víst í DR1 í januar, februar og mars 2008. Fyrst koma ein rúgva av fólki til tær sonevndu auditions, har tey syngja fyri trimum dómarum. Her hendur so ein grov sortering, har tey allar flestu verða send heim. Men rættiliga nógv verða tó vald út til at koma til tað tey nevna boothcamp, og har framføra tey fleiri ferðir og at enda velja dómarnir, sum hava fingið onkran at hjálpa sær, tey nýggju út, sum sleppa við til live framførslurnar. Hvør dómari sleppur at velja tríggjar luttakarar. Tá bootcamp byrjar verða teir tríggir bólkarnir tilvildarliga býttir út til dómararnar. Ein av teimum fær so tey ungu millum 15 og 24, ein fær tey meira tilkomnu, sum eru yvir 25 og ein dómari fær so bólkarnar. Fleiri ferðir hevur tað víst seg, at bólkarnir ikki hava nóg høga góðsku, og tí eru dómararnir farnir at gera sín egna bólk ella kanska fleiri við at seta einkultir sangarar, sum annar vóru blivin send heim, saman til ein sangbólk. Í 2009 hepnaðist henda mannagongd so mikið væl, at bólkurin Alien Beat Club gjørdist nummar tvey, sjálvt um tey øll fýra stillaðu upp sum solistar at byrja við. Tað var dómarin Remee, sum setti tey saman.


© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search